Hosufóðra kloakkir í Havnini

Í næstum fara menn at hosufóðra kloakkir hjá Tórshavnar kommunu.

Tá ið kloakkir verða hosufóðraðar, verða rørini umvæld innan. Tá ið hetta verður gjørt, sleppur kommunan undan stríðnum at grava, fylla í aftur og asfaltera. Hetta sparir kommununi nógva tíð og pening, umframt at borgarin sleppur undan, at vegir verða grivnir upp í longri tíðarbil, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Arbeiðið at hosufóðra ber í sær, at stórar og langar hosur - upp í fleiri 100 metrar – verða lagdar inn í rørini.

 

Hosan verður vatntett og blást inn í rørini. Síðani stadnar hosan, og eitt spildurnýtt plastrør er bygt undir jørð.

 

##med2##

 

– Arbeiðsútgerðin kann larma eitt sindur - tó ikki meira enn ein sláimaskina. Ampi kann eisini standast av lukti, løtuna arbeiðsfólkið fóðrar rørini, skrivar kommunan.  

 

Íbúgvar, sum búgva nærhendis støðunum, har kloakkrørini verða fóðraði, fáa eitt neyvari kunningarskriv sent í postkassan.

 

Arbeiðið fer fram frá 18. mai til 29. mai.