Hosufóðra kloakkir í Havn

Farið verður nú at hosufóðra kloakkir í Fríðriks Petersensgøtu í Havn

Frá øðrum arbeiði við hosfóðring í Havn

Tórshavnar býráð boðar frá, at í sambandi við fyrireiking til hosufóðring av kloakk í Fr. Petersens gøtu, verður heitt á bilførarar um at vísa varsemi meðan arbeiðið fer fram í kvøld 21. august frá kl. 21 til 23.

Tórshavnar kommuna hevur hosufóðrað kloakkir í nøkru ár. Tá tað verður gjørt verða kloakkirnar umvældar innanífrá.

Á henda hátt slepst undan at grava vegir, gongubreytir og annað upp.

Nakrar kloakkir í kommununi eru umvældar við hosufóðring, og tað hevur eydnast væl, hava tey á býráðnum í Havn áður greitt frá.

Tá ið kloakkir verða hosufóðraðar, sleppur kommunan undan stríðnum at grava, fylla í aftur og asfaltera. Hetta sparir kommununi nógva tíð og pening, umframt at borgarin sleppur undan, at vegir verða grivnir upp í longri tíðarbil.

 

##med2##

Arbeiðið at hosufóðra ber í sær, at stórar og langar "hosur" - upp í fleiri 100 metrar – verða lagdar inn í rørini.

Hosan verður vatntett og blást inn í rørini. 

Síðani stadnar hosan, og eitt spildurnýtt plastrør er soleiðis bygt undir jørð.

 

 

Frá øðrum arbeiði við hosfóðring í Havn

Tá kloakkir verða "hosufóðraðar" merkir tað í veruleikanum, at eitt nýtt plastrør verður bygt inn i í gomlu kloakkini – og tað slepst undan at grava yvirhøvur. Alt arbeiðið verður gjørt inni í rørinum