Í tríggjar mánaðir hildu avvarðandi, at nakrir russiskir fiskimenn vóru druknaðir. Men tá ið samanumkom, vóru fiskimenninir í ódnarveðri farnir í land á Kamtsjatka-hálvoynni.
Tað er Jyllandsposturin, sum hevur borið hesi tíðindi.
Teir 11 russisku fiskimenninir høvdu verið burtur og saknaðir í tríggjar mánaðir. Nú eru teir so komnir fyri ein dag aftur.
Síðan oktober hava teir yvirlivað á eini niðurlagdari hernaðarstøð á Kamtsjatka-hálvoynni.
Tað var russiski herurin, sum bjargaði fiskimonnunum eftir at fimm teirra vóru farnir av gomlu herstøðini fyri at leita eftir hjálp. Tað skrivar www.bkv.fo










