Tvær gentur, sum hvurvu í amerikanska statinum Iowa í summar, eru funnar deyðar í einum skógi.
Tan átta ára gamla Elizabeth Collins og tann 10 ára gamla Lydia Cook, sum vóru systkinabørn, hvurvu fyri fimm mánaðum síðani, men hóast umfatandi leiting blivu tær ongantíð funnar.
Nú skrivar blaðið Huffington Post, at veiðimenn funnu líkini av gentunum seinasta mikudag. Læknar hava kannað líkini, men myndugleikarnir hava ikki kunngjørt úrslitið enn.
Sambært Huffington Post er eingin tikin í sambandi við hendingina.










