Báðir menninir, sum vóru í grundlógaravhoyri í morgun, vóru varðhaldsfongslaðir í tvær vikur.
Teir eru undir illgruna fyri at hava framt okkurt revsivert í samband við at 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir hvarv leygarmorgunin.
Ákæruvaldið ynskti at fáa teir varðhaldsfongslaðar í fýra vikur, men dómarin játtaði einans tvær vikur. Ákæruvaldið hevur kært avgerð dómarans til hægri rætt.
Teir báðir grønlendingarnir vóru handtiknir, tá løgreglan kom umborð á Polar Nanoq um miðdagsleitið í gjár. Ein triði av manningini varð handtikin í gjárkvøldið. Enn er ikki avgjørt, um hann eisini skal í grundlógaravhoyr.
Løgreglan hevur gjørt kanningar umborð á Polar Nanoq, men vil ikki siga nakað um, hvørt nakað er funnið. Ei heldur vil hon vátta tíðindini um, at tekin eru funnin í bilinum, um at okkurt revsivert er farið fram í honum.
Hon endurtekur tó, at løgreglan hevur onga ábending um, hvar Birna Brjánsdóttir er.