Horvna gentan: Birna er funnin deyð

Í dag hava bjargingarfólk funnið líkið av Birnu Brjánsdóttir

Í meira enn eina viku hevur verið leitað eftir 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir, sum hvarv á náttartíð í Reykjavík.

Ymsar slóðir eru funnar eftir Birnu, men einki hevur verið at sæð til gentuna síðani.

Umfatandi leiting hevur verið í Íslandi, og seinnapartin í dag er líkið av Birnu Brjánsdóttir funnið av bjargingarfólki.

Tað var ein tyrla, sum fann líkið á sjónum við Selvogsvita í Ölfusi, sum liggur slakar 50 kilometrar sunnan fyri Reykjavík.

Kanningarleiðarin Grímur Grímsson sigur, at enn er ov tíðiliga at siga, hvussu Birna er deyð. Leitingin í økinum heldur fram - nú verður leitað eftir slóðum.

Tveir mans eru varðhaldsfongslaðir skuldsettir fyri morð, men teir nokta seg sekar. Menninir eru ikki avhoyrdir um vikuskiftið og vita ikki av, at Birna er funnin. Løgreglan roknar við, at menninir verða avhoyrdir aftur í kvøld ella í morgin.