Horsens má styrkja seg

Liðformaðurin hjá AC Horsens, Mads Rieper, heldur, at felagið má styrkja seg til næsta kappingarár í superliguni. Í ár hevur AC Horsens, har Johan Byrial Hansen hevur verið ein av spælarunum, klára at hildið sær í deildini, men tað verður truplari næsta ár, heldur Mads Rieper.- Vit hava havt tað sera trupult í ár, og vit skulu verða púra greiðir yvir, at tað verður enn verri næsta ár. Nú vita øll hini liðini, hvussu vit spæla, og eingin fer at undirmeta okkum næsta ár. Tí mugu vit styrkja liðið við nýggjum spælarum, sigur Mads Rieper við bold.dk