Horsens fekk bank í Parkini

Hallur Hansson spældi allan dystin, tá AC Horsens í dag tapti stórt ímóti FC Keypmannahavn

Talan hevur ikki verið um serliga góðan dag fyri føroysku útisetarnar í donskum fótbólti. Fyrr í dag vóru tvær føroyingauppgerðir á skránni í næstbestu donsku deildini, har einki av liðunum við føroyskari umboðan, megnaði at fáa trý stig. Einasta lið, sum megnaði at vinna var Skive, har Jákup Thomsen dagliga spælir við, men hann var ikki partur av hópinum hjá Skive í dag.

 

Seinni hevur Hallur Hansson so leikt í Parkini ímóti donsku meistarunum úr FC Keypmannahavn. Har gekk einki serligt hjá AC Horsens, sum tapti 5-0. Longu í hálvleikinum varð spælið spilt fyri AC Horsens, tí FCK førdi í hálvleikinum 3-0.

 

Hallur Hansson spældi allan dystin á liðnum hjá AC Horsens, har hann hesaferð spældi á sentrala miðvøllinum, í mun til at hann annars hevur spælt nógv úti í vinstru síðu.

 

Í annaðkvøld skal seinasti føroyski landsliðsleikarin í eldin, tá Jóan Símun Edmundsson og OB á heimavølli taka ímóti AaB.