Í hornatøkum á G!

Tveir festivalgestir kunnu vænta sær eina bót frá løgregluni

Tveir mans fingu eina harðliga byrjan á ársins G! festivali, tá teir endaðu í hornatøkum á miðjari nátt.


Tað var klokkan fýra í nátt, at løgreglan legði ímillum tveir mans, ið kunnu vænta at fáa eina bót í postinum ein av komandi døgunum.


- Teir høvdu drukkið og vóru illir í sær. Tað endaði við, at teir blivu áfastir. Tað var tó ikki so álvarsamt, at tað endar við einum harðskapsmáli, men teir eru skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.