Síðsta bríksl í fyrra hálvleiki hevur verið í Bodø, har Bodø/Glimt og KÍ spæla. Støðan er 2-0 til heimaliðið, ið, sum væntað, hevur verið væl meiri á bóltinum enn klaksvíkingarnir.
Talan hevur tó ikki verið um nógvar upplagdar málmøguleikar.
Stóri trupulleikin hjá KÍ hevur verið hornaspørkini. Mest sum hvørja ferð, tá ið mótstøðuliðið hevur havt hornaspark, hevur støðan kenst vandamikil frammanfyri KÍ málið. Nigerianski Victor Boniface hevur skorað bæði málini. Tað fyrra í 11. minutti eftir hornaspark úr vinstru, og eftir at heimaverjan ikki megnaði at beina bóltin burtur. Og tað seinna í 31. minutti, tá ið talan var um flatt innlegg úr høgru, og tá ið tað sá út til, at málverjin tøvdi eitt vet, og so varð bólturin trýstur inn um málstrikuna.
KÍ hevur ongantíð av álvara verið í álopi, og tað sær út til, at tað er torført at finna møguleikar í uppspælinum, tí Deni Pavlovic kanska eins nógv er miðverji, sum hann er miðvallari.
Bodø/Glimt – KÍ (2-0)
1-0: Victor Boniface 11.
2-0: Victor Boniface 31.
Dómarabólkur úr Svøríki: Mohammed Al-Hakim, Fredrik Klyver, Mahbod Beigi og Glenn Nyberg (4. dómari)
Bodø/Glimt: Nikita Haikin – Alfons Sampsted, Marius Høibråten, Brede Moe, Brice Wembangomo – Hugo Vetlesen, Elias Hagen, Ulrik Saltnes – Ola Solbakken, Victor Boniface, Amahl Pellegrino
KÍ: Mathias Rosenørn – René S. Joensen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð