Fótbóltur
KÍ er við í hattinum í lutakastinum til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini. Tað varð greitt mikukvøldið, tá ið GÍ og KÍ í tveir klokkutímar høvdu tikist í ljósum veðri og fittum loti longs eftir vøllinum.
Villumál
Gøtumenn høvdu vindin undan í 1. hálvleiki, og tá ið eitt stórt korter var farið, løgdu teir seg á odda. Niclas Niclasen sendi fríspark av miðstrikuni og upp um Mathias Samuelsen, sum var komin út úr málinum og hevði roknað eitt sindur skeivt. Bólturin brast í stólpan, men Jónreid Dalheim var fyrstur á returinum.
Spælið var ikki serliga skipað – eisini tí tað var darvað av vindinum – og málmøguleikarnir, sum vóru í báðum endum, stóðust viðhvørt av ikki altíð so sannførandi verjuspæli. Men tað vóru eisini væl spæld álop, sum ikki góvu mál, tí málverjarnir bjargaðu væl.
Eftir steðgin hjálpti lotið KÍ, sum eisini megnaði betri skipað spæl. Serliga tí Jan Andreasen varð fluttur fram á verjukenda miðvallarplássið, har hann stóð seg stak væl.
KÍ javnaði í 65. minutti.Heðin á Lakjuni sendi høgra úr hyøgru til handara stólpan, har Símun Joensen stakk seg longri upp enn stóru miðverjarnir hjá GÍ og málverjan.
Klaksvíkingar trýstu fyri at fáa sigursmálið, men teir megnaðu ikki at umseta lítlu leikligu yvirvágina til úrtøku.
GÍ misnýtti
Beinanvegin í longdu leiktíðini hevði innskifti Jóhan Dávur Højgaard risa møguleika at leggja heimaliðið framum, men stútarin fór við síðuna av málinum.
Útiliðið vísti seg sum tíðin leið at hava størri breidd og tyngd, og tríggjar teir síðstu minuttirnar av fyrra korterinum í longdu leiktíðini skoraðu teir tvey mál – bæði eftir hornasparksinnlegg úr vinstru.
Í fyrra førinum fór bólturin yvir í høgra borð til Harley Bertholdsen, og Paul Clapson legði seg og fluktaði innleggið í málið. Í seinna førinum varð bólturin sendur einar tíggju metrar út um brotsteigin. Mitt fyri málinum heilfluktaði Harley Bertholdsen í málið.
Síðstu løtuna royndi GÍ at flyta fólkið fram, men Gunnar Nielsen fekk seinasta orðið, tá hann sneiddi framvið málverjanum og staðfesti 4-1 sigurin.
Dýrt vunnin
Hjá KÍ kann sigurin vísa seg at vera dýrt vunnin. Leon Bjartalíð og Kaj Ennigarð fóru skaddir av vøllinum, og tað kann væl vera, at Kaj Ennigarð, sum higartil hevur verið sannur brandur, ikki verður førur fyri at spæla næstu dagarnar. Á kredit síðuni var tað hugaligt hjá teimum at staðfesta, at Kareem Smith endiliga tykist vera við at koma seg og sum miðverji stóð seg væl.