Í dag fyllir havnamaðurin Birgir Bærentsen Wang 60 ár. Birgir er sonur kendar, farnar havnamyndir, nevniliga Jóhannus og Elsu Wang. Birgir vaks upp í Hornabø, ið tá var eitt satt eldorado fyri børn, har dunnur og hønur skuldu rekast inn hvørt kvøld. Áin - fjørðan – Sandagerð, hetta vóru pallarnir, har Birgir traðkaði sínar barnaskógvar. Gera og koyra kassabil - og á flakum í Álagerði, soleiðis var barndómurin hjá Birgir. Kríggj var tó eisini ein partur av uppvøkstrinum, kanska ikki gerandisdagur og ikki so, at lív lá eftirá, men tá bambustráðurnar fóru tvørtur um nakkan og træpettini við ferð vórðu send gjøgnum luftina, tá fekk mangur Hornabø drongur pínu at føla, eisini Birgir.
Birgir gekk í barnaskúla hjá nonnunum og fór síðani í Tórshavnar Kommunuskúla. Lærdi til elektrikara og síðani til maskinmann. Birgir sigldi í fleiri ár, og á landi var hugurin til familju, trøðna og tað, sum har til hoyrir. Sum ungur var Birgir glaður fyri at setast við ár í hond og rógva kapp, hetta gav eisini vinir og felagsskap.
Birgir er blíður, gávumildur, familjukærur og vertskapsmaður. Tann, sum hevur Birgir til sín vin, hevur besta vinin ein kann ynskja sær, trúðfastari vin fært tú ikki.
Føðingardagurin varð hildin fyri teimum nærmastu síðsta leygardag.
Góði Birgir, hjartaliga tillukku við árunum og alt tað besta framyvir.
Vinir og familja