Hópurin móti Ukrainu og Ungarn úttikin

Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur valt sínar spælarar til teir báðar dystirnar seinni í oktober

A-landsliðið við kvinnum hevur tríggjar dystir eftir at spæla áðrenn ársskiftið, og tveir av teimum eru á skránni nú í oktober. Hóskvøldið 21. oktober tekur Ukraina ímóti føroysku kvinnunum í Kiev, og fimm dagar seinni – týskvøldið 26. oktober kl.18.00 – bresta Føroyar og Ungarn saman á Tórsvølli.

 

Spælararnir, sum hesaferð eru úttiknar, hava allar verið við A-landsliðnum fyrr, og í fleiri førum er talan um spælarar, sum nú er tøkar aftur eftir skaðar.

 

Hópurin sær soleiðis út:

 

Ásla Johannesen, AGF (DK)

 

Julia Naomi Mortensen, AGF (DK)

 

Rakul Maria Johannesen, B36

 

Olga Kristina Hansen, B36

 

Jacoba Langgaard, B36

 

Lea Símunardóttir Lisberg, EBS

 

Kára Djurhuus, HB

 

Sara Samson Lamhauge, HB

 

Sarita Maria Mittfoss, HB

 

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

 

Birita Ryan, KÍ

 

Durita Hummeland, KÍ

 

Sanna Svarvadal, KÍ

 

Tóra Mohr, KÍ

 

Maria Biskopstø, KÍ

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Maria á Lakjuni, Víkingur

 

Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Monika Biskopstø, AaB (DK)

 

Umframt spælararnar á listanum omannfyri, leggjast miðvallarin Eyðvør Klakstein og málverjin Valborg Østerø afturat hópinum til heimadystin móti Ungarn