Hópurin hjá Bodø/Glimt fær ikki flogið nú

Um Bodø/Glimt kemur til Føroya í dag verður tað stutt undan dystarbyrjan

Í Klaksvík hava tey arbeitt uppá hátrýst fyri at gera alt klárt til Champions League undankappingardystin móti Bodø/Glimt.

 

Dysturin er settur at byrja við Djúpumýru klokkan 19 í kvøld. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Nú skrivar Avisa Nordland, ið er størsta blaðið í Nordlands Fylke - landspartinum har Bodø er størsti býurin - at dysturin hongur í einum tunnum tráði, tí hópurin hjá Bodø/Glimt fær ikki farið til Føroya sum veðrið er nú.

 

Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig áminti annars leiðsluna í Bodø/Glimt um at koma til Føroya í góðari tíð, tí veðrið kundi fara at arga. Men tikið var ikki við teimum ráðunum. 

 

Sambært norskum miðlum í gjár, so fara teir ikki avstað, uttan so, at teir fara úr Noreg í seinasta lagi klokkan 10, tí liðið skal spæla aftur leygardagin í norsku landskappingini. 

 

– Enn vita vit ikki annað enn, at dysturin verður í dag, tí tey siga, at betri floglíkindi verða seinnapartin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.