Fleiri enn 80 grønir Kyndils-búnar prýða býarmyndina í danska Dronninglund í hesum døgum. Siðvenja hevur verið hjá grøna havnarfelagnum, at tey annaðhvørt ár hava ungdómslið við í Dronninglund Cup, og soleiðis er eisini í ár.
Umframt mongu spælararnir eru hópin av foreldrum og avvarðandi við, og tá VÍF eisini er væl mannað í kappingini, er ikki heilt so lítið av føroyskum, sum hoyrist millum manna í kappingini.
Kappast hevur verið alla vikuna, og tíðliga í morgin verður funnið útav, hvørji lið skulu spæla um heiðursmerki og aðrar plaseringar.
Hjá Kyndli spæla U22 og U16 hjá gentum fyri møguleikanum at koma í A-finaluna, og tað sama gera U18 og U14-liðini hjá dreingjum. Genturnar í U12 og U14 eru í B-røðini, har tey eisini kunnu sleppa at spæla um fremstu plássini, um væl vil til í morgin.
Seinastu dystirnir í seinna bólkaspælinum verða spældir fyrrapartin fríggjadagin, og fríggjakvøld og leygardag verða finalur og aðrir plaseringsdystir spældir.
Umframt kappingina hevur túrurin sjálvandi eitt stórt sosialt endamál fyri felagið. Eingin ivi er um, at tey luttakandi fáa eina rimmar uppliving fyri lívið, og so man tað ikki gera tað verri, at útferðir til Fårup Sommerland og Aalborg Storcenter eisini hava verið partur av ferðini.









