Hópuppsagnir í Maersk

Maersk fyritøkan boðar í dag frá at starvsfólkahópurin í Maersk Oil skal skerjast við 10 til 12 prosentum.

Oljuprísurin er fallin nógv seinastu tíðina og hetta hevur eisini havt stóra ávirkan á talið av starvsfólkum í vinnuni.

 

Í dag boðar stóra danska fyritøkan Maersk frá stórum uppsøgnum innan Maersk Oil. Fyritøkan boðar frá, at vegna sparingar verður starvsfólkahópurin skerdur við millum 10 og 12 prosentum. Ætlanin er at skerja útreiðslurnar við 20 prosentum. Fyritøkan boðar frá, at tað eru varandi lágu oljuprísirnir, ið noyða fyritøkuna at taka hetta stig. Seinastu uppsagnirnar lyfta talið á uppsøgdum í Maersk Oil hetta árið upp á 1.250 fólk. 

 

- Hetta eru torførar avgerðir hjá eini og hvørjari fyritøku, og mínir fremstu tankar eru hjá vælferðini hjá teimum, sum eru beinleiðis ávirkaði av dagsins tíðindum, sigur forstjórin í Maersk Oil, Jakob Thomasen.

 

Jakob Thomasen sigur, at hann væntar gongdina at halda á inn í 2016, og at fyritøkan tí má halda eitt vakið eyga við útreiðslunum fyri at vaksa í hesum marknaðinum. 

 

Felagið boðar frá, at starvsfólkaeindirnar í Katar og Noregi skerja talið við 10 til 12 prosentum, meðan starvsfólkatalið í Kasakstan og Danmark verður skert við minni enn hesum. Í Onglandi verður starvsfólkatalið skorið við 220 fólkum. 60 fólk verða eisini uppsøgd í Angola og USA.