Hoppidilla møguliga orsøk til druknivanlukku í Noreg

Norski tíðindaportalurin Nordlyset skrivar í dag, at ein druknivanlukka í Noreg kann vera tengd at facebook hoppidilluni

Fyrst herjaði hon á í Føroyum. Síðani í Norðurnoreg. Fólk standa í kø fyri at leypa á sjógv, tí tey hava fingiðavbjóðing á facebook.

Í gjár skrivaði tíðindaportalurin, Nordlyset at ein persónur var funnin druknaður uttan fyri eina bryggju við býin Melbu har norðuri í Noreg.

Løgreglan heldur, at tað er sannlíkt, at vanlukkan hevur við facebookspælið at gera, har fólk hoppa á sjógv, í tey hava fingið eina avbjóðing.

Men vatnið er sera kalt hesa árstíðina, og hetta kann føra við sær, at fólk drukna, so beint sum tey koma á sjógv.

Vandi er fyri hypotermi, som stendst av, at kroppurin kølist niður ógvuliga skjótt.

Lesið eisini samrøðuna við Sølva Winther Olsen um fyribrigdið: Hugsið tykkum væl um áðrenn lopið

Norska løgreglan hevur funnið eitt baðihandklæði nærhendis, har tann druknaði varð funnin í svimjiklæðum. Líkið er funnið tætt við bryggjuna.