Hongur ikki saman

Hildið verður ikki, at tað hongur saman, tá heilsumálaráðharrin verjir lægru játtanirnar til sjúkrahúsverkið við, at onnur øki innan almanna- og heilsukervið verða raðfest hægri á hesum sinni

Minnilutin í trivnaðarnevndini staðfestir, at tá landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verjir avgerð sína um lægri játtanir til sjúkrahúsverkið, serliga Klaksvíkar sjúkrahús, við teirri grundgeving, at hesa ferð verða onnur øki raðfest hægri innan almanna- og heilsuverkið, so sæst tað ikki aftur í ætlaðu játtanunum innan nakað øki í almanna- og heilsuverkinum komandi ár.

Teir vísa á, at flestu smáu upphæddirnar til ymisk sosialpolitisk tiltøk og feløg, harí eisini viðgerðarstøð, antin eru fyri beinleiðis ella lutfallsligari lækking í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000. Teir vísa á, at tær konti, talan er um, eru konti til upplýsing um rúsdrekka og viðgerð, stuðul til feløg hjá brekaðum og øðrum stuðulsfeløgum, sum til dømis kreppumiðstøð, Reyði Krossur, Pro Vita og annað.