Í yvir eina viku hava tíggjutúsundtals fólk mótmælt í gøtunum í Hongkong, tí kinesiska stjórnin ætlar at seta í verk valnýskipanir, og tað er blivið alsamt meira ófriðarligt.
Mótmælisfólkini krevja frí val í umráðum, sum áður hoyrdi til Bretland, men síðani 1997 hevur verið undir kinesiskum valdi.
Í dag hava samanbrestir verið millum mótmælisfólk og kinesisk viðhaldsfólk í Monk Kok-umráðum, og hóast sjónarváttar siga, at fleiri hava fingið skaða, er ógreitt, hvussu mong talan er um.
Eisini hevur politiið lagt uppí við táragassi og piparspreii, men mótmælisfólkini royna at verja seg ímóti hesum við regnskjólum, heimagjørdum maskum og svimjibrillum.
Kinesisku viðhaldsfólkini stúra fyri, at mótmælisgongurnar skulu fáa avleiðingar fyri búskaparstøðuna hjá Hongkong, so kinesarar taka sær enn meira vald, enn teir hava nú.
Fleiri av teimum, ið hava tikið stig til mótmælini, hava verið fyri ógvusligum virus-álopum á teldum sínum, og alt bendir á, at tað eru kinesiskir myndugleikar, ið standa aftan fyri álopini.