Hongkong góðtekur samkynd pør

Hægsti dómstólur í Hongkong hevur í dag góðkent, at fólk av sama kyni kunnu ganga saman í skrásett parlag

 

Journalistar lesa avgerðina um hjúnalag millum tveir persónar av sama kyni. - Foto: Tyrone Siu/Reuters

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Avgerðin verður mett sum ein lutvísur sigur til LGBTQ-umhvørvi –men eisini sjálvt um tað ikki givið loyvi til hjúnalag millum tveir persónar av sama kyni.

Seinastu tíggju árini er tað eydnast LGBTQ-aktivistum at vinna fleiri smærri sigrar í rættarskipanini, skrivar AFP.

Avgerðin í dag er tó ein av teimum størru sigrunum.

Fongslaði prodemokratiski aktivisturin, Jimmy Sham, hevur reist málið.

/ritzau/

 

Journalistar lesa avgerðina um hjúnalag millum tveir persónar av sama kyni. - Foto: Tyrone Siu/Reuters