Hondgranat funnin í Vági


 

Løgreglutíðindi


Tað hendir javnan, at fólk finna leivdir av lóðri frá krígnum. Fríggjadagin fekk løgreglan í Suðuroynni fráboðan um, at ein hondgranat varð funnin í Vági.

Granatin varð funnin við grundina á einum sethúsum, sum standa á staðnum, har Losjan var. Fólk halda, at granatin hevur verið í útgrevstrinum, tá grivið varð út fyri húsunum einaferð í 80-unum.

Hongranatin er illa rustað, men tað sæst, at hon er av slagnum, sum bretar høvdu við sær til Føroyar fyri eini 60 árum síðani.

Menn frá Færøernes Kommando koma suður til Vágs í kvøld, týskvøldið, og teir skulu beina fyri hondgranatini. Tað er neyðugt, at serkøn fólk taka sær av granatini, tí ikki er greitt, um hon kann bresta.