Ein gestur segði starvsfólkinum frá, at tríggir menn spældu við okkurt sum líktist eini hondgranat. Durðarvørðarnir kannaðu málið, og sóu at granatin var ordilig. Teir fylgdu so monnunum út, og burturvístu teir
Mennirnir fóru uttan hóvasták. Samstundis boðaði starvsfólkið løgregluni frá. Løgreglan kom á staðið, og mennirnir vórðu handtiknir ein hálvan tíma seinni. Tá mennirnir vóru handtiknir høvdu teir onga hondgranat uppi á sær, og tí varð leiting sett í verk.
Suni Reinert, ein av eigarunum av Jackways, var á náttklubbanum tá hendingin fór fram. Hann sigur, at dramatikkurin ikki var so stórur, sum tað ljóðar í eitt nú Ekstrablaðnum.
Ekstrablaðið slóð søguna stórt upp, og skrivaði, at alt grannalagið rundan um koltorgið varð avbyrgt í seks tímar, meðan bumbuliðið leitaði eftir granatini.
Suni Reinert sigur við Sosialin at hetta ikki var so. Gestir og fólk í grannalagnum gingu ótarnað á torginum, meðan løgregla og hundar leitaðu eftir hondgranatini.
Teir tríggir mennirnir, hava verið á Jackways fyrr. Teir hava verið á markinum til at blíva burturvístir fyrr. Men nú sleppa teir so ikki inn aftur, sigur Suni Reinert.