Hondbremsurnar eru uppi

Í trimum dystum í triði síðsta umfarinum varð bara eitt mál skorað, og hetta eina málið var orsøk til, at føroyskir útisetar eru verri fyri, sjálvt um teir ikki vóru í eldinum fyrrenn í gjárkvøldið

ÍSLAND


Teir eru av álvara farnir undir sluttspurtin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, sum eitur Landsbankadeildin. Triði síðsta umfarið er á skránni í hesi vikuni. Ein dystur varð spældur sunnudagin, tríggir vóru á skránni í fyrrakvøldið, og í gjárkvøldið ? eftir at blaðið var farið til prentingar ? varð síðsti dysturin spældur. Hann var millum Fram, sum er felagið hjá Hans Fróða Hansen og Fróða Benjaminsen, og meistararnar tvey tey seinastu árini, KR.
            Úrslitini mánakvøldið bóru við sær, at tað var uppaftur meiri týdningarmikið hjá Fram at vinna í gjárkvøldið, enn tað frammanundan hevði verið, og tað sigur ikki so lítið!
            Undan dystinum í gjárkvøldið var Fram dottið niður á tíggjunda og aftasta plássið. Fram ímóti kappingarenda plagar tað so mangastaðni at vera soleiðis, at tey liðini, sum eru mest sperd, gera ein vørr. Soleiðis tykist tað eisini at vera í Íslandi nú uppundir kappingarenda.
Mánakvøldið var KA av Akureyri, sum undan sekstanda umfarinum var á aftasta plássinum, í Reykjavík og spældi ímóti Fylkir, sum alt kappingarárið hevur verið við í kappingini um meistaraskapin. KA fór norður aftur til Akureyrar við øllum stigunum. Teir vunnu 1-0. Málið fingu teir stutt undan steðginum. Heimaliðið fekk eftir steðgin gyltan møguleika at javna, men teir misnýttu brotsspark.
Úrslitið hevði við sær, at Fylkir er nógv verri fyri í kappingini um meistaraskapin, enn teir vóru undan sekstanda umfarinum. Úrslitið hevur eisini við sær, at vánirnar hjá KA at varðveita plássið í bestu deildini, er betri nú, enn tær vóru undan vikuskiftinum. Men teir á Akureyuri eru framvegis í vanda fyri at flyta niður. Teir eru næstaftastir. Á niðasta plássinum var undan dystinum í gjárkvøldið Fram.
            Alt bendir á, at tað verður millum hesi trý feløgini, at slagið skal standa um, hvørji tvey skulu flyta niður í næstbestu deildina.
            Tað er synd at siga, at talan á nakran hátt var um málrok í Íslandi mánakvøldið. Í trimum uppgerðum var tað bara KA, sum megnaði at gera mál, og teir fingu bara eitt mál. Tað tykist sum um, at tað nú verður lagdur uppaftur størri dentur á ikki at tapa, heldur enn at royna eftir sigrinum, enn tað plagar at verða gjørt í Íslandi.
            Julian Johnsson og liðfelagarnir hjá honum í ÍA mistu mánakvøldið síðsta møguleikan at vinna meistaraskapin. Enn eina ferð var tað á heimavølli, at teir fingu ov lítið burturúr, og enn eina ferð var úrslitið málleysur javnleikur.
            FH, sum seinasta partin av kappingarárinum hevur verið oddalið, vitjaði mánakvøldið í Grindavík. Har eydnaðist Alberti Sævarssyni at halda mótstøðumonnunum burtur frá at gera mál. Úrslitið var 0-0. Harvið legði FH seg framum aftur ÍBV. Men nú er munurin minni, enn hann var undan sekstanda umfarinum. Tá var hann trý stig. Nú er hann eitt stig.
            Annan sunnudag verður næstsíðsta umfarið. Tá verður spælt soleiðis:  FH-Fram, ÍBV-Fylkir, Keflavík-Grindavík, KR-KA og Víkingur-ÍA. Síðsta umfarið verður leygardagin 18. september. Tá sær skráin soleiðis út: Fram-Keflavík, Fylkir-KR, Grindavík-Víkingur, KA-FH og ÍA-ÍBV.
            Leygardagin fer Ísland at spæla fyrsta dystin í nýggju HM undankappingini. Hann verður á Laugardalsvøllinum ímóti Bulgaria. Íslendingar hava gott mót um sítt lið í nýggju undankappingini. Ikki minst eftir at tað á Laugardalsvøllinum mikukvøldið í síðstu viku eydnaðist at vinna vinardyst ímóti Italia 2-0, er áhugin fyri íslendska fótbóltslandsliðnum rættuliga stórur. Umfram Ísland og Bulgaria eru í bólkinum Svøríki, Kroatia, Ungarn og Malta.
Fíggjarliga kundi bólkurin verið meiri spennandi hjá Íslandi, men ítróttarliga halda íslendingar, at teir eiga at hava ein møguleika, hóast Svøríki og Kroatia mugu roknast at vera favorittar at enda á tveimum teimum ovastu plássunum.