Hondbóltur: Tað verða ikki seld fleiri atgongumerki

Talan verður um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa til HM-undandystirnar hjá Føroyum komandi vikuskiftið.

 

Tey 400 atgongumerkini, sum vórðu sett til sølu tíðliga í desember, eru útseld, og tað verða ikki seld fleiri atgongumerki, sigur Hondbóltssambandið.

Almennu tilmælini hjá landsstýrinum eru, at tað skulu ikki savnast fleiri enn 100 fólk, men enn sum áður er bara talan um tilmæli.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, segði við FM1 í vikuni, at teir 400 áskoðararnir verða býttir í tríggjar sonur. 

Umframt tey, sum hava keypt hesi 400 atgongumerkir, verður eisini pláss fyri stuðlum og hjálparfólki.

Vegna koronaavmarkingar verða ikki fleiri atgongumerki seld.