Hondbóltur: Manslandsliðið úttikið

Landsliðsvenjararnir hava, í fyrstu atløgu, úttikið 14 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum í mars. Ivamál eru kring ávísar leikarar, og hava venjararnir tískil gjørt av at bíða við at úttaka tveir teir seinastu.

 

Hesir eru úttiknir til dystirnar:

 

Málverjar:

 

Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)

 

Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

 

Bakkar:

 

Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)

 

Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)

 

Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

 

Vengur:

 

Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)

 

Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)

 

Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

 

Allan Norðberg, Valur (ISL)

 

Strikur:

 

Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)

 

Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)

 

Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

 

EM-undankappingardystirnir móti Niðurlondum verða leiktir, ávikavist á heimavølli Við Tjarnir, mikudagin 12. mars kl. 19.00, og á útivølli í Almere í Niðurlondum, sunnudagin 16. mars kl. 14.00, føroyska tíð.