Hondbóltur er bara 17. størsta ítróttargreinin í Niðurlondum

Í Niðurlondum er landhokki ein stór ítróttargrein

Í morgin klokkan 14 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti EM-undankappingardyst móti Niðurlondum í Topsportcentrum í Almere skamt frá Amsterdam. Pláss er fyri 3.000 áskoðarum í høllini. Beint undir 800 føroyingar vera í høllini.

 

Hóast niðurlendska kvinnulandsliðið í hondbólti vann HM-gull í 2019 og EM-silvur í 2016, so er hondbóltur ikki ein stór ítróttargrein samanborið við aðrar ítróttir.

 

Tað eru 50.000, ið íðka hondbólt í Niðurlondum, og er talan um 17. mest íðkaðu ítróttargrein í landinum.

 

Fótbólturin er nógv tann størsta ítróttargreinin við 1,2 miljónum íðkarum. Tennis er næststørsta ítróttargreinin við 550.000 íðkarum, og golf er nummar trý við 420.000 íðkarum.

 

Ein á okkara leiðum minni kend ítróttargrein sum landhokki hevur 255.000 íðkarar, og er fimtstørsta ítróttargreinin í Niðurlondum. Kvinnulandsliðið hevur á fimm sinnum vunnið olympiskt gull, níggju HM-gull og 12 EM-gull. Manslandsliðið hevur vunnið trý olympisk gull, trý HM-gull og sjey EM-gull. Landsliðini hava harumframt vunnið fleiri silvur og bronsuheiðursmerki. 

 

Flogbóltur hevur við 100.000 íðkarum tvífalt so stóra undirtøku sum hondbólturin. Niðurlendski varianturin av kurvabólti, ið tey nevna: "Korfball" hevur 90.000 íðkarar. Siðbundni varianturin av kurvabólti - basketball - hevur 60.000 íðkarar. So í Niðurlondum eru fleiri liðítróttir, ið eru størri enn hondbólturin. 

 

Korfball: 

 

##med2##