Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Í Odder tóku Leivur Mortensen og liðfelagarnir móti Odense, ið hevði Rók Akralíð á liðnum.
Odder vann ein rættiliga greiðan 35-27 sigur. Í steðginum var Odder á odda 18-14. Leivur og Rókur skutu tvey mál hvør.
Teis Horn Rasmussen skoraði trý mál og Sjúrður Olsen kom ikki á máltalvuna tá lið teirra, Tønder á heimavølli vann málríkan dyst 36-32 á Roskilde. Roskilde var omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 16-14 í steðginum.
Tað lá munandi betri fyri við málskjótingini í seinna hálvleiki, ið endaði 22-16 til Tønder.
Sigrarnir góvu Tønder og Odder nakað av luft niður til botnliðini.
Leygardagin tekur Odder móti Roskilde á heimavølli. Sama dag spælir Odense útidyst móti Team Sydhavsøerne. Sunnudagin tekur Tønder móti oddaliðnum, Midtjyllandi.
| Nr | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland | 15 | 28 |
| 2 | Team Sydhavsøerne | 15 | 23 |
| 3 | HØJ | 14 | 23 |
| 4 | Grindsted GIF | 16 | 23 |
| 5 | Ajax | 16 | 15 |
| 6 | IK Skovbakken | 15 | 14 |
| 7 | Odder | 16 | 14 |
| 8 | TM Tønder | 15 | 13 |
| 9 | HEI Skæring | 15 | 12 |
| 10 | Otterup HK | 14 | 11 |
| 11 | Roskilde | 15 | 10 |
| 12 | Vendsyssel | 16 | 9 |
| 13 | FIF | 14 | 8 |
| 14 | HC Odense | 14 | 7 |











