Hondbóltsútisetar: Hákun og Leivur taptu á útivølli

Odder eru framvegis ikki leysir av botninum

Tvey føroyingalið í donskum hondbólti vóru í leiki í kvøld, og bæði taptu.

 

Í næstbestu deildini taptu Leivur Mortensen og liðfelagarnir ein lykladyst í stríðnum at sleppa undan at spæla Play Off dystir móti einum liði úr triðbestu deildini. 

 

 

Odder tapti tepurt 29-30 fyri HEI Skæring á útivølli. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni. Í steðginum var HEI Skæring á odda 17-11.

 

Leivur Mortensen skoraði tvey mál fyri Odder í kvøld.

 

Odder hevur 21 stig og er bara eitt stig røttumegin Play Off strikuna. Odder hevur fýra stig niður til beinleiðis niðurflyting.

 

Leygardagin 9. apríl spælir Odder seinasta dystin í grundspælinum. Odder tekur móti Skovbakken á heimavølli.

 

Í bestu deildini vóru Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg/Århus fyri greiðum tapi móti Skive á útivølli.

 

Skive sum liggur aftast í deildini vann rættiliga óvæntað 28-21. Í steðginum var Skive á odda 15-10.

 

Hákun skoraði tvey mál fyri Skanderborg/Århus í kvøld.

 

Skanderborg/Århus hevur 37 stig á triðja plássi og er trygt víðari til endaspælið.

 

Komandi týskvøld tekur Skanderborg Århus móti Lemvig á heimavølli í næstseinasta dystinum í endaspælinum.