Tað skrivar Hondbóltssamband Føroyar.
– Við seinkaðari fráferð úr Føroyum klokkan 11 í morgun, bleiv knípið at náa flogfarið víðari til Zürich. Umframt landsliðið vóru 35 stuðlar eisini við á ferðini.
– MEN við góðari hjálp frá Atlantic Airways og góða hondbóltsvininum Ásvaldi Simonsen, sum megnaðu at hála í nakrar træðrir, eydnaðist tað ferðalagnum upp á eitt hangandi hár at sleppa umborð á Swiss Air flogfarið til Zürich, skrivar Hondbóltssambandið.
Ferðalagið fór við bussi úr Sveis yvir markið til Bregenz í Eysturríki, har landsliðið eisini skal venja í kvøld.
Í morgin klokkan 17 verður spennandi dysturin millum Eysturríki og Føroyar.