Hondbólturin rullar

Ein dystur í bestu mansdeildin í hondbólti verður leiktur í kvøld

 

Hondbóltur


Í kvøld, mikukvøldið, seta mansliðini hjá StÍF og Neistanum hol á hondbóltskappingina fyri teirra viðkomandi.

Upprunaliga skuldi dysturin verði leiktur sunnudagin, men av tí, at fleiri av StÍF leikarunum samstundis skuldu spæla fótbóltsdyst við Skála, varð avgerð tikin um at flyta dystin.


Tykjast spennandi

Hetta eru annars tvey av teimum liðum, sum væntandi fara at tosa við, tá heiðursmerkini skulu býtast eftir kappingarlok. Strandingar hava nú í nøkur ár verið fastir fúsir í ovara endanum av stigarøðini, og hóast onkur frágongd hevur verið í mun til í fjør, so er fólkið helst somikið gott, at liðið aftur í ár fer at gera seg galdandi.

Neistin, sum vann FM-heitið fyri tveimum árum síðani, endaði á fjórða plássinum í fjør. Talan var tá um eitt fullkomuliga broytt lið í mun til tað, sum vann gull, og aftur í ár tykist nógv vera broytt hjá Neistanum.

Liðið hevur havt tilgongd av fleiri leikarum, sum hava gjørt rættiliga nógv vart við seg í føroyskum hondbólti, og spurningurin er so, hvussu skjótt nýggi venjarin, Dia Midjord, kann fáa hesar at rigga sum eina eind.

Dysturin verður í Ítróttarhøllini á Hálsi kl. 20.00