Aftur í kvøld verður hondbóltur á trappuni í Vágsbotni, tá Føroyar og Ungarn skulu spæla avgerandi dystin um 3. plássið í bólkinum.
Tað er longu greitt, at Føroyar eru komnir víðari úr bólkaspælinum. Nú er spurningurin, um Føroyar skulu møta nummar eitt ella nummar tvey í hinum bólkinum.
Allur hondbóltsheimurin hevur bitið merki í góðu avrikini hjá føroyska landsliðnum, og sjálvt altjóða hondbóltssamgongan, IHF, skrivar undan dystinum í kvøld, at tað hevði verið eitt stórt mistak, um Ungarn undirmetti Føroyar í kvøld.
Sum Rói Berg Hansen segði eftir dystin ímóti Týsklandi í gjárkvøldið:
- Teir hava allar fortreytir at hølva okkum av, men teir hava ikki okkara vilja, ikki okkara geist og ikki okkara hjørtu!
Vónandi verður trappan fullsett, tá avgerðin fellur í kvøld.
Rás2 sigur annars frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 17.15. Dysturin byrjar klokkan 18.