Hondbóltur: Skráin fyri hálvfinalurnar

Longu í morgin eru fyrstu dystirnir á skránni

Nú er greitt nær hálvfinalurnar og finalurnar í steypakappingini í hondbólti verða. Fyrra hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða mikukvøldið og hóskvøldið, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin.

 

Tvey’ararnir í bólkaspælinum hava heimavøll fyrst, og vinnararnir hava heimavøll í seinna dystinum. Í hálvfinaluni hjá kvinnum hittast H71 og VÍF og Stjørnan og Kyndil. Hjá monnum hittast KÍF og Neistin og Kyndil og H71. Um liðini vinna hvør sín dyst, er tað málmunurin, sum er avgerandi.

 

Finalurnar verða leygardagin 23. feburar.

 

Kvinnur – hálvfinalurnar:

Mikudagin:

H71 – VÍF (19.00)

Stjørnan – Kyndil (19.00)

 

Sunnudagin:

Kyndil – Stjørnan (14.00)

VÍF – H71 (14.00)

 

Menn – hálvfinalurnar:

Hósdagin:

KÍF – Neistin (20.00)

Kyndil – H71 (20.00)

 

Sunnudagin:

H71 – Kyndil (18.00)

Neistin – KÍF (18.00)