H71 hevur otað seg nærri oddinum seinastu vikurnar, men Neistin staðfesti í kvøld, at tað er framvegis langt eftir á mál hjá hoyvíkingum.
Neistin vann 42-33 í Hoyvíkshøllini. Støðan í hálvleikinum var 22-15 til gestirnar.
Tað var serliga lítið veiggj í verjupartinum hjá H71. Heimaliðið gjørdi eisini ofta ov skjótt av í álopsstøðu, og Neistin revstaði so dyggiliga hoyvíkingarnar fyri mistøkini.
David Edvardsen, Neistin, var stóri skjúttin. Hann stóð fyri 12 av málunum hjá Neistanum. Heini Hanusarson fekk níggju mál, og Finnur Hansson skeyt sjey mál.
Bogi Krossteig var toppskjútti hjá H71 við fimm málum.
KÍF, sum er nummar tvey, vann greitt á Team Klaksvík á útivølli. Úrslitið var 24-37.
Kollfirðingarnir runnu undan beinanvegin, og klaksvíkingarnir, sum framvegis hava sítt fyrsta stig til góðar, royndu at stríðast sum frægast.
Í morgin fær Kyndil vitjan av VÍF.
STIGATALVAN
1. Neistin ? 15 stig *
2. KÍF ? 13 stig *
3. H71 ? 8 stig
4. Kyndil ? 7 stig
5. VÍF ? 5 stig
6. StÍF ? 4 stig
7. Team Klaksvík ? 0 stig *
* Neistin, KÍF og Team Klaksvík hava spælt átta dystir. Hini liðini hava spælt sjey dystir.