Hondbóltur, menn: Neistin hevur mist fyrsta stigið

Úrslitið í grannauppgerðini seinnapartin var 28-28.

 

Hóast Finnur Hansson og Heini Hanusarson vóru støðugir skjúttar og skotið átta mál hvør, fall Kyndil ikki í fátt. Grønu havnarmenninir stríddust væl og spældu fult upp ímóti greipuvinnarunum.

 

Rúni Johansen skeyt flest mál fyri kyndil Hann fekk seks mál.

 

H71 greiddi sína skyldu, tá Team Klaksvík vitjaði í Hoyvík. Heimaliðið var við yvirlutan og noyddist ongantíð at spæla við fullari megi.

 

Løtan í høllini var eisini rokmikil, tí bæði H71 og Team Klaksvík fingu beinleiðis reytt kort, umframt nógvar útvísingar.

 

Úrslitið var 32-20 til H71.

 

KÍF kom aftur á beint seinnapartin. Seinastu tvær royndirnar høvdu kollfírðingar ikki fingið fult. Í dag eydnaðist betur, tá teir vunnu 20-19 á StÍF.

 

Úrslitini í dag:

 

Kyndil - Neistin 28-28

H71 - Team Klaksvík 32-20

KÍF - StÍF 20-19

 

Stigatalvan:

 

1. Neistin, 11 stig (6 dystir)

2. KÍF, 9 stig (6 dystir)

3. Kyndil, 7 stig (6 dystir)

4. H71, 6 stig (5 dystir)

5. StÍF, 4 stig (6 dystir)

6. VÍF, 3 stig (5 dystir)

7. Team Klaksvík, 0 stig (6 dystir)