Kollfirðingar vunnu seg eitt fet nærri finalunum í dag. KÍF vann á StÍF í høllini í Kollafirði seinnapartin. KÍF hevði ikki vunnið í seinastu trimum royndunum undan dystinum. Úrtøkan seinastu vikurnar hevur verið javnleikur móti Kyndil, tap fyri H71 og tap fyri Neistanum í steypafinaluni.
Úrslitið var 29-24. Við sigrinum eru kollfirðingar nú fimm stig framman fyri nummar trý, sum er Kyndil.
Neistin, sum vann steypakappingina síðsta vikuskiftið, greiddi sína skyldu sum stórfavorittur. Steypavinnararnir vitjaðu í Klaksvík og vunnu 36-30.
Neistin hevur longu tryggjað sær sætið í finalunum um FM-heitið.
Ein dystur er á skránni í morgin. Tá fær VÍF vitjan av H71 í Vestmanna.
Eftir dystin í morgin eru seks landskappingardystir eftir at spæla.
Stigatalvan, Atlantic Airways-deildin:
1. Neistin - 18 dystir, 35 stig
2. KÍF ? 18 dystir, 24 stig
3. Kyndil ? 18 dystir, 19 stig
4. VÍF ? 17 dystir, 17 stig
5. H71 ? 17 dystir, 16 stig
6. StÍF ? 18 dystir, 11 stig
7. Team Klaksvík ? 18 dystir, 2 stig