Gestirnir úr Runavík vunnu 34-17. Hálvleiksstøðan var 17-8 til Tjaldur.
Tað skrædnaði millum liðini beinanvegin, og hóast heimaliðið royndi at stríðast sum frægast, so hótti Kyndil ongantíð leiðsluna.
Heidi Maria Akselsen skeyt flest mál fyri heimaliðið. Hon fekk 8 mál.
Adina Petrea, Tjaldur, var toppskjútti við 10 málum.