Uppflytararnir úr Kyndli royndu at arga vágskvinnur, men VB vann í høvuðsstaðnum.
Úrslitið var 18-24. Hálvleiksstøðan var 10-11.
Tað var fyrst løtuna í seinna hálvleiki, at gestirnir úr Vági runnu undan heimaliðnum.
Jórun Ludvig, Anja Heinadóttir og Heidi Maria Akselsen vóru toppskjúttar hjá Kyndli við trimum málum.
Gintave Lydekaite skeyt 9 mál fyri VB.