Ársins finala í Champions League í manshondbólti verður dystur millum fronsku liðini, Montpellier og Nantes.
Hetta gjørdist greitt eftir at Montpellier vann 28-27 á makedonska stórliðnum og ráðandi meistarunum, Vardar HC.
Tað var Montpellier, ið hevði um endan meginpartin av dystinum, men tað eydnaðist Vardar at javna til 26-26 tá ið tríggir minuttir restaðu í. Í avgerandi løtuni eydnaðist tað Montpellier at fáa eitt mál fleiri enn Vardar, eftir at Vuko Borozan skjeyt fram við málinum í seinasta álopinum.
Hjá Montpellier vóru tað serliga tveir leikarar, ið skaraðu fram úr. 36 ára gamli Michael Guigou gekk undan á unga Montpellier liðnum. Teir ungu leikararnir gjørdu eisini um seg, og serliga U-21 landsliðsleikarin, Melvyn Richardson, ið spældi móti Føroyum seinasta summar, skoraði nógv mál í avgerandi løtunum.
Sostatt leika Montpellier og Nantes Champions League finaluna í morgin, sunnudagin 27. mai klokkan 17.00
Bronsudysturin millum PSG og Vardar HC verður leiktur klokkan 14.15










