Hondbóltur: Finalan um finaluna

Atlantic Airways deildin: Finalan um at koma í finaluna í bestu deildini hjá monnum í hondbólti verður í dag klokkan 16 í ítróttarhøllini í Vestmanna, tá VíF og H71 spæla.

 

Vinnur VíF dystin í dag, sum er tann fjórði og seinasti millum hesi bæði liðini, so verða vestmenningar frammanfyri við størri málmuni. Støðan nú er 8-7 til VíF, og tí er nóg mikið hjá teimum at vinna annan av teimum báðum dystunum, teir hava eftir í kappingini, sum eru móti ávikavist Team Klaksvík og KÍF.

 

VInnur H71 dystin, er støðan greið, tí tá hevur H71 vunnið seks stig ímóti tveimum í innanhýsis dystum teirra millum. Um tað verður javnleikur, er støðan tann, at H71 hevur vunnið fimm stig ímóti trimum í innanhýsis dystum teirra millum, og vinnur sostatt, um H71 og VÍF gerast jøvn í stigum tá allir dystir eru leiktir.

 

Hetta merkir, at javnleikur móti VÍF gagnar meiri hjá H71 enn hjá VÍF.

 

Finalan um at koma í FM-finaluna verður í dag, skírisdag klokkan 16 í Vestmanna millum VÍF og H71.