Tá klokkan vísti 120 minuttir hevði bólturin beina kós ímóti málinum hjá Uruguay, men Luis Suárez valdi at brúka hondina at bjarga við. Tað endaði við einum reyðum korti til hann og brotsspark til Ghana. Men fótbóltur er ikki altíð eitt rættvíst spæl og Ghana endaði við at brenna brotssparkið.
Í brotssparkskappingini var Uruguay omaná og er í hálvfinaluni, har mótstøðan er Holland. Ghana kom annars á odda í sjálvum dystinum. Beint fyri hálvleik smekkaði Sully Muntari til og snýtti málmannin hjá Uruguay. Í seinna hálvleiki javnaði Diego Forlán fyri Uruguay við beinleiðis frísparki.
Tað endaði við longdari leiktíð og brotssparkskapping, sum Uruguay also vann.
Uruguay-Ghana(0-1) 1-1(4-2br)
0-1 Sully Muntari (45)
1-1 Diego Forlán (55)
Uruguay vinnur uppá brotssparkskapping (4-2)










