Hondbóltsskúlin 1999 í Klaksvík

Hondbóltur: Neistin skipar aftur í ár fyri hondbóltsskúla, hesaferð í Klaksvík

Hondbóltsfelagið Neistin skipar nú 6. árið á rað fyri summartiltaki fyri ungdómsleikarar. Summartiltøkini verða nevnd »Vit Neistar«. Tiltøkini hava higartil verið:

1994: Ferð til Partille nær Göteborg. Heimsins størsta hondbóltskapping. 80 neistafólk.

1995: Hondbóltsskúli í Trongisvági. 90 neistafólk.

1996: Ferð til Partille. Hetta var metárið fyri Partille Cup við 10.500 luttakarum. 135 neistafólk vóru við, og Neistin var størsta felag uttan fyri Svøríki.

1997: Hondbóltsskúli í Hoydølum og í Vestmanna. 170 neistafólk. Harumframt vóru fýra lið til Dronninglund Cup.

1998: Ferð til Partille. 90 neistafólk.

1999: Hondbóltsskúli í Klaksvík. 130 neistafólk. Seinni í summar fara trý lið til Dronninglund Cup.

130 fólk á skúla í ár

Dagarnar 25. til 29. juni skipar Neistin fyri Hondbóltsskúla ?99 í Klaksvík. 130 neistafólk fara at leika og venja hondbólt og annan ítrótt. Leikararnir verða býttir eftir aldri, men gentur og dreingir venja saman.

Hondbóltsskúlin fer at brúka KÍ-høllina, svimjihylin, fimleikahallirnar í skúlanum á Ziskatrøð og uttanduraøkini í skúlagørðunum.

Sunnukvøldið fara leikararnir at taka hondbóltsmerkini. Síðani 1995 hava bronsu-, silvur- og gullmerkini hjá Dansk Håndboldforbund verið brúkt. Harumframt eru tvey onnur merki gjørd til aldursbólkarnar niðan fyri bronsumerkið. Tey merkini kallast »hondbóltsmerkið« og »pilta/pinkumerkið«.

Venjarar á skúlanum vera úr Neistanum: Svanna Hanusardóttir, Kári Mortensen, Jón Kragesteen, Vár í Ólavsstovu, Gunleyg Berg, Djóni Dalsgarð og René Christensen (sum skal venja 1. deild kvinnur komandi ár).

Úr Stjørnuni: Rógvi Nielsen (venjari hjá 1. deild kvinnur).

Úr Danmark: Kenneth Jensen.

Luttakararnir sova í Ósaskúlanum og matgera og eta í skúlanum á Ziskatrøð.

T-shirts til allar luttakarar eru sponsoreraðar av Føroya Bjór.