Hondbóltssambandið í Montenegro dumpaði

Frásøgumaðurin hjá FM1 fekk onga tøkniliga hjálp og ongar sømdir, og má siga frá gjøgnum Messenger

Tá útlendsk ítróttarlið og útlendskir ítróttarhópar vitja í Føroyum standa fólk á høvdinum fyri teimum, og ikki minst útlendsku miðlunum so hesir fáa gjørt sín arbeiðssetning.

 

Umaftur og umaftur uppliva vit - serliga eystanfyri - at sama beinasemi og hjálpsemi er ikki galdandi ímóti føroysku miðlunum.

 

Sjúrður H. Hoydal sum er frásøgumaður hjá FM1 kundi ikki fáa ein tann einasta av teimum mongu LAN-káblunum, ið eru í høllini í Podgorica. Anna Dam frá HSF stríddist manniliga fyri, at Sjúrður H. Hoydal skuldi fáa betri sømdir, men hetta var sýtt við afturvendandi setninginum: "It is not possible".

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr stríðið hann hevur havt fleiri tímar undan dystinum í Podgorica fyri at fáa sømiligar, tøkniligar umstøður at siga frá. Hondbóltssambandið í Montenegro dumpaði væl og virðiliga. 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á FM1 gjøgnum Messenger, aðrir møguleikar eru ikki.