Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum skal í januar spæla tríggjar dystir í HM-undankappingini, sum verður í Italia. Talan verður um tvær samlingar undan nýggjárinum. Dystirnir eru í Italia, og mótstøðuliðini verða Italia, Rumenia og Ukraina.
A-landsliðið hevur tvær landsliðssavningar um jóltíðir. Tann fyrra byrjaði mánadagin, og heldur fram til hósdagin 21. desember. Seinna landsliðssavningin er frá hósdegnum 28. desember til leygardagin 30. desember. 28 mans eru boðsendir til landsliðsvenjing.
Venjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, skulu úttaka 16 spælarar, sum skulu umboða Føroyar til HM-undankappingina í Italia í januar.










