Hondbóltsharrarnir eru væl fyri

Hetta vikuskiftið er frívikuskiftið hjá hondbóltsharrunum í ÍF Føroyum, og tískil er hóskandi at taka saman um støðuna hjá liðnum.

 

Seria 2 eitur deildin, sum ÍF Føroyar spælir í. Henda deildin er undir sonevndu Keypmannahavnarseriuni, sum er ein undirdeild hjá danska hondbóltssambandinum.

Deildirnar omanfyri ÍF Føroyar eru Seria 1 og Keypmannahavnar serian. Omanfyri Keypmannahavnarseriuna er CBB deildin, umframt 1., 2. og 3. deild. Tað vil siga, at Seria 2 svarar til 7. deild.

Her standa føroyingarnir seg sera væl, og hava teir vunnið 12 dystir, spælt ein javnleik og tapt ein.

 

Seinasti sigurin kom í hús síðsta vikuskiftið, tá føroysku harrarnir spældu ímóti Tårnby, har teir vunnu trygt. Dysturin endaði 23-16 eftir hálvleiksstøðuna 11-5.

Leiðslan, føroyingarnir vunnu sær í fyrra hálvleiki, kom fyri ein stóran part av ógvuliga sannførandi verjuspæli. Hesa somu leiðslu megnaðu føroyingarnir at halda dystin á tamb, so tað endaði við einum sannførandi sigri.

Hanus Johansen gjørdi fimm av teimum 23 málunum. Rani Slættanes gjørdi fýra, Leif Hákun Jacobsen, Tróndur Bogason og Ári Rouch gjørdu trý í part. Heini Bendtsen gjørdi tvey og Leik Mikkelsen, Helgi Justinussen og Róar Akralíð gjørdu eitt mál hvør.

 

Næsta vikuskiftið skulu føroyingarnir aftur á vøllin. Tá verður mótstøðuliðið HIK, sum liggur á triðja plássi og átta stig aftanfyri ÍF Føroyar.