Hondbóltsforkvinnan stórfegnast um HM-avrikini

(Rás2) Hoyr samrøðuna Rás2 hevði við forkvinnuna í HSF, Gunn Ellefsen um HM-avrikini hjá U21-landsliðnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktssamrøðuna, sum Rás2 hevði við forkvinnuna í Hondbóltssambandi Føroya, Gunn Ellefsen fyrr í dag.

 

Gunn Ellefsen situr í skrivandi løtu saman við mongum øðrum á trappuni niðri í Vágsbotni í Havn og heppar á føroyska liðið. Gunn Ellefsen hevur góðar vónir um eitt gott føroyskt avrik í tí søguligu HM-áttandapartsfinaluni ímóti Fraklandi í HM-endaspælinum í Algeria. 

 

Forkvinnan í HSF hevur stórfegnast um góðu føroysku avrikini í HM-endaspælinum í Algeria, og hon hevur fingið nógvar afturmeldingar frá fólki, eisini fólki, sum vanliga ikki hava so stóran áhuga í hondbólti.

 

Tað er eitt avbjóðandi landsliðsár, sum liggur fyri framman hjá HSF, og tað verður avgjørt ein fyrimunur fyri HSF, at ein nýútbygd ítróttarhøll skjótt verður klár á Hálsi. HSF hevur nógv fíggjarlig sker at sigla ímillum, og tí hava allar inntøkur stóran týdning fyri HSF, sum hevur eitt stórt landsliðsvirksemið.