Hondbóltsfinalurnar eru fluttar

Upprunaliga ásetingin segði, at báðir finaludystirnir skuldu spælast klokkan 15 í morgin.

Nú er hetta broytt, soleiðis at kvinnufinalan í Klaksvík millum Stjørnuna og Neistan byrjar klokkan 14. Og klokkan 16.30 verður mansfinalan á Skála so blá ít ígongd.

Neistin hevur skipað fyri bussferð til finalurnar, og við nýggju ásetingunum kunnu bláu viðhaldsfólkini fara á eina langa hondbóltsútferð í morgin.