Føroyska U17-landsliðið í hondbólti, sum vann gull við European Open í summar, er boðið til kapping í Týsklandi hetta vikuskiftið.
Fimm dystir skulu spælast. Ein í dag, tveir í morgin og tveir í ovurmorgin, í kappingini sum kallast Sparkassen Cup, og fer fram í týska býnum Merzig.
Fyrsta mótstøðuliðið hjá føroyingunum er Hvítarussland, sum føroysku dreingirnir eisini bastu í summar. Tann dysturin byrjar klokkan 17.20 føroyska tíð, og kann stroymast niðanfyri saman við hinum dystunum í dag.
Skráin fyri í dag er hendan:
Kl 15.00: Sveis - Ísland
Kl 16.10: Týskland - Italia
Kl 17.20: Føroyar - Hvítarussland
Kl 18.30: Niðurlond - Saarland
Stroymingin kann síggjast á spælaranum niðanfyri.
Beinleiðis leinkjan er:
https://handball-deutschland.tv/handball/sparkassen-cup-2019-tag-1