Tað byrjaði striltið hjá føroysku dreingjunum í fyrsta dystinum í Sparkassen Cup, sum endaði við 22-19 tapi eftir 16-11 í hálvleikinum.
Mótstøðuliðið var Hvítarussland, sum Føroyar høvdu vunnið greitt á í summar, men í dag lá ikki eins væl fyri.
Tað var trupult at fáa ferð á álopið og hetta førdi til mistøk og brend skot ímóti sera góða málverjanum hjá Hvítarusslandi.
Hvítarussar revsaðu hart í hinum endanum, og við støðuni 4-2 til Hvítarussland eftir einar fimm minuttir fóru føroyingarnir at royna seg við sjey áleyparum.
Men neyvlaikin væntaði framvegis, og tá ið hvítarussiska miðverjan stjól bóltin eftir níggju minuttir og sendi hann í tóma føroyska málið var støðan 8-2 til Hvítarussland.
Føroyar leitaðu eftir loysnum, og tær tóktust spakuliga at koma við álpossinnaðari fimm-eitt-verju og sjey áleyparum.
Eftir knappar 20 minuttir hevði Føroyar minkað um munin niður í trý mál, og fyrsti fjálturin byrjaði at hómast á hvítarussum. Men stóru bakkarnir vóru vælskjótandi, og fingu skapt ójavnvág í føroysku verjuna, so at munurin brádliga øktist upp aftur í hálvleiksstøðuna 16-11 til Hvítarussland.
Við Sparkassen Cup verður spælt við tveimum hálvleikum upp á 25 minuttir, og tað var líkt til, at at seinnu 25 minuttirnir fóru at vera eins truplir, tá ið hvítarussar øktu upp í 17-11 beint eftir hálvleik.
Men so fingu føroyska verjan og Brandur Silvurstein veruliga fatur og lótu einki mál ígjøgnum í einar átta minuttir.
Trupulleikin var tó framvegis álopið. Tað tók leingi at minka um munin, men spakuliga fór tað at eydnast.
Tá ið 38 av teimum 50 minuttunum vóru leiktir, var støðan minkað niður í 18-16 til Hvítarussland, samstundis sum Føroyar høvdu tveir mans fleiri á vøllinum. Tá fekk Hvítarussland eitt heldur bíligt brotskast, sum fekk alt at loysna hjá hvítarussum.
Við einum sjey minuttum eftir kom so mønustingurin, tá ið støðan gjørdist 22-17.
Har var lítil ivi um sigurin, Føroyar fóru at skifta nógv út og innskiftu leikararnir pyntaðu til úrslitið 22-19 til Hvítarussland.
Eitt heldur óheppið úrslit í mun til ætlanirnar ímóti eitt nú Hvítarusslandi í summar.
17 ára gomlu føroysku dreingirnir spæla tveir dystir aftur í morgin.
Ímóti Niðurlondum klokkan 13.00 og ímóti einum úrvalsliði úr Saarlandi klokkan 18.20