Honda keypir BAR

Honda hevur keypt írestandi partabrøvini í BAR-Honda formel 1 liðnum, og ætlar við Button og Barrichello í bilunum at gera enn meira fyri at vinna heimsmeistaraheitið í hægsta rasaraflokkinum.

 
Á tíðindafundi týsmorgunin varð kunngjørt, at Honda hevur keypt tey seinastu 55% av British American Racing liðnum, frá samstarvsfelagnum British American Tobacco. Honda hevur latið motorar til liðið, síðan tað byrjaði í formel 1 í 2000. Í fjør keypti Honda 45 % av partabrøvunum, og nú eigur Honda altso alt liðið. Sagt verður frá Honda, at hetta fer at merkjast við at verksmiðjan fer at arbeiða enn harðari fyri at vinna.
 
Stórt vónbrot
British American Racing kom upp í formel 1 við stórum ætlanum, Adrian Reynard hevði teknað bilin. British American Racing, ið var samstarv millum British American Tobacco og Reynard, hevði sera góðar royndir. Í øllum greinum at rasarakoyringum, har BAR luttók, hevði liðið vunnið fyrstu koyring av fyrstu byrjunarstøðu, og somuleiðis høvdu tey vunnið heimsmeistaraheitið fyrsta árið.
Hetta var eisini ætlanin í formel 1 kunngjørdi BAR. Liðið siktaði høgt, og setti fyrrverandi heimsmeistaran, sum tá var eitt tað heitasta navnið í formel 1, Jaques Villeneuve sum fyrsta koyrara. Liðið varð bygt upp rundanum um kanadiumannin. Hetta riggaði als ikki, alt gekk av skriðuni tey fyrstu árini.

BAR lærdu eina dýra lektiu, sum Williams hevði lært áðrenn teir, Jaques Villeneuve er ikki dugnaligur til at menna bilar.

Tað var ikki fyrr enn liðið setti unga bretan Jenson Button í bilin, at úrslitini gjørdust betur. Men enn hevur liðið ikki vunnið í formel 1. Hetta hóast tey gjørdust nummar tvey í kappingini um heimsmeistaraheitið í fjør. Men í næsta ár við Honda í rygginum, og Barrichello og Button í bilinum, eigur hetta liðið, at vera eitt gott boð uppá heimsmeistara fyri lið.

Reynard er langt síðan givin við at tekna bilar til liðið, liðstjórin Graig Pollock hevur fingið sekkin, Jaques Villeneuve hevur fingið sekkin, tað hava hópin av øðrum starvsfólki í liðnum eisini seinastu árini, og nú hvørvir eisini British American Tobacco. Fyri British American Racing samstarvið, kann ikki verða talan um nakað annað enn eitt stórt vónbrot.
 
Fimm verksmiðjulið
Næsta kappingarár eitur liðið sostatt bara Honda og er enn eitt verksmiðju lið í formel 1. Fyrr í ár keypti BMW Sauber liðið, ið so skiftir navn til BMW. Umframt hesið lið eru longu Ferrari, Renault og Toyota rein verksmiðjulið.


Jaguar umboðaði til og við seinasta kappingarár Fordverksmiðjurnar men varð síðan selt til Red Bull. Red Bull hevur somuleiðis keypt Minardi liðið, Jordan liðið bleiv keypt av Midland Racing áðrenn hetta kappingarárið, og skiftur navn til Midland Grand Prix næsta kappingarár, so av teimum sjálvstøðugu liðunum eru bara tær báðar gomlu kempurnar McLaren og Williams eftir, ið ikki hava skift eigara. Hesi lið eru, sum skilst heldur ikki til sølu.

Ætlanir eru um, at McLaren skal hava tvey lið næsta kappingarár, tað seinna liðið verður eitt menningarlið, har óroyndir tøkningar og royndarkoyrarar sleppa at koyra. Formel 1 fær sostatt 11 lið aftur í næsta ár, hesi verða:
 
Renault
Ferrari
Toyota
BMW
Honda
McLaren-Mercedes
McLaren-Mercedes II
Williams-Cosworth
Red Bull  Ferrari
Red Bull II - ?
Midland  Toyota