Tá sagt verður at ein motorsúkkla er stór, kann tað hava tann týdning, at hon hevur stóran motor ella tað at sjálv súkklan er stór í vavi. Honda Goldwing SE 1500 er bæði. Hon er rættuliga nógv annarleiðis enn tað, vit eru von við her um okkara leiðir. Motorurin er 1500 cc við 174 hk. Fyri at lætta um hjá tí sum koyrir súkkluna hevur hon eisini bakgir. Óli Karl hevur keypt súkkluna brúkta úr Týsklandi. Sum nýggj, við tí útgerð sum hendan súkklan hevur, kostar ein slík súkka yvir hálva millión.
Goldwing er tað størsta modelli í seriuni av motorsúkklum hjá japansku Honda-konsernini. Honda Goldwing verða gjørdar í USA.
Tær fyrstu Goldwing vórðu gjørdar mitt í 70-unum við 1000 cc motori, síðan við 1100 cc og frá 1984 vóru tær 1200 cc. Allar hesar høvdu 4 syl .motor. Tá tær í 1988 fingu 6 syl motor við 1500 cc, vórðu tær heimsins størstu seriuframleiddu motorsúkklur. Standútgerðin umfatar t.d. heila kápu, síðukassar, toppkassa, radio og bandspælara, 4 hátalarar, samtaluanlegg, elektroniskt cruise-control og elektroniskt bakgir.
Honda Goldwing SE 1500
Motorurin1,5 litur 6 syl. 174 hk
Gir6 gir + bakgir
Stødd og vekt
Longd266,5 cm
Breidd107,0 cm
Hædd149,5 cm
Vekt446 kg
Bensintangin23 litrar